Viðgera nú misálit á Johan Dahl

Løgtingið er nú farið undir viðgerð av uppskotinum um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann.

Løgtingið er nú farið undir viðgerð av uppskotinum um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann.

 

Tað eru andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava lagt uppskotið fram.

 

Tá misálitisuppskot verður lagt fyri tingið, verður dagsskráin broytt og misálitisuppskotið tikið til viðgerða. Løgtinið varð farið undir viðgerðina av uppskotinum hjá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum, »Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt málsræði«. Sambært tingskipanini verður tað málið avgreitt, sum løgtingið er í holt við, tá misálitisuppskot verður lagt fram.