Viðmerking til minstaforvinning

 

? Vit vilja fyrst av øllum vísa á tað, sum fleiri ferðir fyrr er ført fram, at veiða við línu og snellu skaðar ikki fiskastovnin, og er før fyri at taka so mikið úr fiskastovninum, at veiðan verður lønandi, tó ikki so nógv, at stovninum ikki verður lív lagað.

Hevði fiskiflotin verið skipaður við meiri línu- og snellubátum og færri trolarum, so hevði veiðivirðið verið minst líka stórt sum í dag, og vit høvdu tá ikki havt fyri neyðini at havt eitt so dýrt, og so fyri okkum trupult eftirlit, sum vit hava í dag.

Í hesum høpi skulu vit bert vísa á, at tá vit endiliga fingu politikarans eygu vend á trolingina á landleiðini, bar væl til, og uttan stórvegis veiðumiss, at umskipa hana, so fiskað varð tað, sum ætlanin alla tíðina hevði verið, nevniliga flatfisk.

Hetta sama hevði væl latið seg gjørt í øllum øðrum førum, men til tað krevst, at lóggevandi myndugleikin vísir vilja at loysa tey veruligu problemini, nevniliga at tann flotin, sum fer ringast við fiskastovninum, er ov stórur og ov dýrur, bæði tá hugsað verður um rakstur og ikki minni at endurnýggja.

Hyggja vit rundan um okkum síggja vit, at flest alla staðni hava menn sæð hetta og hava tikið avleiðingarnar og lagað flotan so, at hann er betur egnaður at troyta tilfeingið, uttan at tileinkisgera tað.

Vit hava roynt at fingið fatur á tí taltilfarinum, bólkurin hevur arbeitt við inntøkutrygdini hevur havt at arbeiða við. Hetta hevur tó ikki borið til, og orsøkin er, at tilfarið er internt. Vit duga ikki at skilja, at almenn tøl bert kunnu vísast fyri summum av bólkunum sum tey umtala, og ikki øllum pørtum.

Út frá tilfarinum, sum er í teimum sera fátæksligu fylgiskjølunum til lógaruppskotið, sæst:

1.Bátatalið í bólki 5, sum stuðul er latin til, er minkað úr 292 til 251 bátar.

2.Samlaða manningartalið, sum hevur fingið stuðul, er minkað úr 823 monnum niður í 638 menn.

3.Manningartaið pr. bát er bert vaksið við 0,21, t.v.s. 13%.


Út frá omanfyristandandi tølum sæst beinanvegin, at skipanin í sær sjálvum ikki hevur fingið menn frá øðrum arbeiði, av tí at hetta hevur verið meira lokkandi.

Hesir 638 menninir hava tilsamans í tíðarskeiðnum 1. juni 1996 til 31. mai 1997 fingið kr. 21.159.661.00 ella í part í eitt ár kr. 33.165.62 ella pr. mann pr. mánað kr. 2.763.81, meðan allir aðrir bólkar hava tryggjaðan minntøkustuðul upp til kr. 18.000.00 um mánaðin ella pr. mann pr. ár kr. 216.000.00.

Tølini, sum eru í fylgiskjølunum eru bæði gomul og misvísandi, t.d. sæst týðuliga og klárt hvussu nógv er goldið pr. mann í bólki 5, meðan onki verður greitt frá øðrum bólkum.

Vit hava biðið um at fáa at vita, hvat ið teir ymisku bólkarnir hava kostað í almennum peningi ígjøgnum tíðina. Hetta sær ikki út til at bera til at gera upp.

Kunnu vit ikki nú fáa at vita hvør bólkur hevur fingið av almennum peningi t.d. seinastu 10 árini?

Við øllum tí taltilfari, sum hagdeildin liggur inni við í dag, skuldi hetta væl latið seg gjørt at fingið hesar upplýsingar fram.

Møguliga vísir tað, at manningartalið pr. bát er hækkað nakað, at fólk heldur hevur valt hesa skipan, enn at vera í onkrari sosialari skipan, men um mistanki er um hetta, so mátti borið væl til at forða hesum. Tó skal eisini upplýsast, at lógin setur mark fyri, hvussu stóra manning bátarnir kunnu hava.

Vit duga tó ikki at síggja, at tað á nakran hátt kemur óvart á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, at inntøkutrygdin er vaksin. Tað má vera sjálvsagt, at bátar, sum royna við snellu, verða skerdir úr at fiska frítt niður til 84 dagar. Og her skal verða mint á, at hesin trupulleikin er skorin út í papp fyri landsstýrismanninum, áðrenn hann trumfaði fiskidagalógina ígjøgnum.

At tað nú skal lógfestast, hvat fiskiparturin er, vísir bert hvussu lágt vit standa í metum hjá okkara fólkavaldu. Her skal tó vísast á, at síðan bátsbandið varð slitið, hava vit havt rætt at skipa fyri, hvussu veiðan skal býtast, og at síðan 1943 hevur hesin rættur verið niðurfeldur á pappír. Og skal her boðast frá, at henda rætt lata vit ikki frá okkum við góðum. Vit rokna við, at hetta er komið í lógaruppskotið av óvart. Er tað so, at meiriluti er fyri hesum í tinginum, so kunnu vit lova, at tiltøk verða sett í verk. Og hetta skulu verða tiltøk, sum merkjast.

Annars skal upplýsast, at bátarnir í bólki 5 skulu allir yvirfyri Lønjavningargrunninum skjalprógva, at avrokningin til manningina er røtt. Hetta verður ikki kravt av nøkrum øðrum bólki, sum fær inntøkutrygd. Og er við hesum tað burturvíst, sum bløðini og onnur hava ført fram, at her er bert fiskað úr Lønjavningargrunninum.

Við vælsignilsi frá Lønjavningargrunninum og Fiskimannafelagnum hava bátar í øðrum bólkum kunnað havt fólk mynstrað uppá bátin, tó at tey ikki hava verið ein dag úti við bátinum. Hetta hevur latið seg gera, tó er treytin at sáttmálin við Fiskimannafelagið verður brúktur, og sum øllum kunnugt, so er inntøkutrygdin eftir tí sáttmálanum nógv størri enn nøkur onnur inntøkutrygd.

Um nú nakað skal broytast, krevja vit.

1.At vit skulu hava somu skipanir fyri inntøkutrygd sum aðrir bólkar.

2.Fiskidagatalið hjá bátum, sum rógva við línum, skal hækkast munandi.

3.Fiskidagatalið hjá bátum, sum rógva við snellu, skal hækkast upp í 200.

4.Veiðan fyri bólkarnar 4 og 5 skulu gerast upp, so at bert útróðrarbátar eru í hesum bólkum. Sum nú er verða bólkarnir gjørdir upp við bæði snelluskipum, trolbátum og hummarabátum. Harafturat eru hemarabátar o.a. eisini í hesum bólkum.


Samanumtikið skal sigast, at vit við opnum sinni hava roynt at funnið loysnir saman við bólkum settum av landsstýrinum.

Vit hava gingið við til at seta tiltøk um fiskidagar o.a. í verk, tí vit hava havt skipanir, sum hava verið til hjálp hjá teimum, sum eru raktir av hesum tiltøkum.

Nú kemur so fiskimálaráðharrin og sigur inntøkutrygdin hjá okkum er ov høg, eftir okkara metan er hetta bert undanførsla, fyri at nýta okkara inntøkutrygd at geva øllum fiskimonnum skattalætta. Betur hevði sømt seg fyri eitt borgarligt landsstýri, at minka um almennar lønir heldur enn at latið tær vaksið við kr. 35 mill. kr. í sama tíðarskeiði sum sama landsstýri grætur um at inntøkutrygdin er vaksin við 16 mill. kr.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at lóggávuvaldið sleppur sær undan hesum avtalum, sum gjørdar eru við okkum.


Vegna

Landsfelag Vinnurekandi

Útróðrarmanna


Essa Petersen

Martin Strøm