Men bara fyri at taka eitt dømi, so er játtanin til vegin millum Norðoyri-Klaksvík strikað fyri 1998/99, eisini hvat viðvíkur byrgingini í Haraldssundi, hvar játtað varð árini 2000/2001 1,5 mill. fyri hvørt árið.
Viðvíkjandi vegastrekkinum Norðoyri/Klaksvík, so er hetta ein stór skomm, at hesin liggur í hálvum gekki. Sum kunnugt, er onki játtað undanfarnu 2 árini.
Tað er alneyðugt, at strandferðslan fær játtað 5 mill. til íløgur. Henda játtan skal nýtast til at leingja másan 2 m. og gera tað rúmsáttari fyri ferðafólk. Um summarið, kann tað koma fyri, at hann ikki nøktar tørvin tá ið ferðafólkastreymurin er uppá tað mesta.
Sjúkrahúsverkið
Nógv verður skrivað, at sjúkrahúsverkið er í skeljasori, um hetta er rætt, skal verða ósagt. Men, viðvíkjandi Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hevur landsstýrið øll hesi seinastu árini lækkað játtanina til hetta sjúkrahús.
Takka verið fíggjarnevndarlimum úr Norðoyum, hevur tað ikki eydnast teimum fullkomiliga at gera sjúkrahúsið bert til eitt viðgerðarstað. Nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús fyri neyðini at fáa eina játtan meir upp á 3,2 mió. um virksemið skal halda fram á ein tryggan hátt. Hetta fer undirritaði at virka fyri, nú fíggjarlógin aftur kemur á tingborð, eisini tað, vit kunnu ikki liva við hesum ótryggleika í framtíðini.
Havnaríløgur
Klaksvíkar kommuna, og Tofta kommuna hava havt eina umsókn um stuðul inni í longri tíð til at betra havnaviðurskiftini, men hava fingið noktandi svar við tí grundgeving, at ongin stuðul varð latin framyvir til føroyskar havnir. Hetta haldi eg vera sera løgið, nú ein sær, at á fíggjarlógini eru játtaðar 3 mió. í stuðul tin eina ávísa havn. Sostatt meini eg, at grundgevingin fyri ikki at lata stuðul er burtur. Ein kundi trivið í nógv dømi, sum nú verandi samgonga hevur broytt á fíggjarlógini, men hetta vil verða alt ov rúgvismikið.
Inntøkutrygd útróðrarmanna
Eitt stórt inntak er gjørt á inntøkutrygdina í verandi lóggávu. Tað er møguliga nakað um tað, tí henda lóggáva virkar ikki sum ætlað. Men soleiðis er við øllum lógarsmíði, men sjálvandi eigur ein at rætta á slík fyribrigdi. Men at fara fram so avgerandi, at taka hesar fyrimunir hjá útróðrarmonnum av, er at fara ov langt. Nú er inntøkutrygdin lækkað frá at vera 8.900 kr. til 7.500 kr. Fyri at vera við í skipanini, skal avreiðast 10.000 k. pr. mann hvønn mánað. Hetta kann blíva ein tvørleiki hja útróðrarmonnum. Tað verða tíðir á árinum, vegna óveður í longri tíð og onnur brek, at tann vanligi útróðrarmaðurin fer at missa hesa inntøkutrygd.
Tað er onki í vegin fyri at varðveita verandi skipan við einum strongum eftirliti, soleiðis at skipanin virkar, sum ætlanin var, tað skuldi borið til.
Men ætlar núverandi samgonga at skúgva áhugamál útróðrarmanna til viks, so fer sjálvstýrisflokkurin at leggja uppskot á tingborð, soleiðis at útróðrarmenn fáa somu sømdir sum aðrir fiskimenn.
Álvur Zachariasen