Vieira hevur verið nógv frammi í miðlunum, og bæði Tottenham og Arsenal hava verið áhugað í at fáa fronsku stjørnuna í sín hóp. Vieira vi lógvuliga fegin við til HM komandi ár í Supurafrika, og fyri at sleppa tað, er neyðugt við støðugari spælitíð, nakað hann ikki kundi vera vísur í í Inter. Nú hevur hann kortini gjørt av at halda fram í italienska felagnum og royna at hjálpa Inter at vinna fimta meistaraheitið á rað.