Vietnam útflytir meira

Vietnam: Útflutningurin av vietnamnesiskum sjómati veksur alsamt - og er vaksin við ikki færri enn 25% higartil í ár. Samlaði útflutningurin av mati úr havinum er soleiðis komin upp á 3 miljardir dollarar.
Tað er vietnamnesiska fiskivinnuumsitingin, sum ber hesi tíðindi.
Bara í november útflutti landið sjómat fyri einar 320 miljónir dollarar.
Bæði traditionellir marknaðir sum Kina, USA, Japan og ES, eins væl og nýggir marknaðir sum Miðeystur, Afrika og Suðuramerika vísa stóran áhuga fyri vietnamnesiskum sjómati.
Málið hjá Vietnam er, at aliøkini skulu víðkast við 1,1 miljónum hektarum, og framleiðslan skal økjast upp í 2,1 miljónir tons fyri ár 2010.
Japan hevur sett í verk tiltøk ímóti Vietnam, tí teir siga seg hava funnið leivdir av heilivági í vietnamnesiskum vørum úr havinum. Tískil er allur innflutningur av sjómati úr Vietnam til Japan undir eftirliti.