VÍF er í fyrstu Faxe Kondi finaluni síðani 2015

Vestmenningar vunnu samanlagt við fimm málum á Kyndli í hálvfinalunum

Lagt var upp til tann stóra spenningin tá VÍF í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum tók móti Kyndli í høllini í Vestmanna fyrr í kvøld.

 

Fyrra hálvfinalan endaði við teprum 25-24 sigri til VÍF. 

 

Í steðginum í seinnu hálvfinaluni í Vestmanna var støðan javnleikur 16-16, og harvið samanlagt 41-40 til VÍF. 

 

Tá 42 minuttir vóru leiktir var VÍF á odda 22-18 - samanlagt 47-42 - og teir vóru á odda restina av dystinum. Kyndil kom upp á 28-30 - samanlagt 52-55 - men nærri komu kyndilsmenn ikki.

 

VÍF vann dystin 32-28, og sostatt ein samlaðan 57-52 hálvfinalusigur. 

 

VÍF er í fyrstu Faxe Kondi finaluni hjá monnum síðani 2015. Í 2015 vann VÍF 26-25 á Neistanum í finaluni.

 

Kristian Jensen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla KÍF og Neistin seinnu hálvfinaluna í høllini í Kollafirði. KÍF vann 20-19 í fyrru hálvfinaluni.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá seinnu hálvfinaluni í Vestmanna:

 

##med2##