VÍF sett svenskan ungdómsvenjara

Nú nýtt kappingarár stundar til, so hevur VÍF sett svian Michael Ericsson sum ungdómsvenjara.

Nú nýtt kappingarár stundar til, so hevur VÍF sett svian Michael Ericsson sum ungdómsvenjara.

 

Michael Ericsson er 37 ára gamal og hevur vant ung og eldri í Svøríki og seinastu árini í Danmark.

 

Hann verður presenteraður á felags foreldrafundinum, sum verður kommandi sunnukvøld. Á fundinum verður greitt frá framtíðar ætlanum, sum felagið hevur við ungdóminum, og Michael fer at greiða frá, hvat hann ætlar við ungdóminum, siga tey úr VÍF.