VÍF smurdi Neistan av

Hondbóltur: Neistin kláraði als ikki at geva meistaraliðnum mótstøðu

1. deild menn:

VÍF-Neistin 37-21 (18-10)


VÍF fór ikki fram við mýkindum, tá Neistin vitjaði í Vestmanna leygaradagin.

Meistararnir smurdu havnaliðið av, og í seinna hálvleiki runnu teir Neistan fullkomiliga um koll.

Beinanvegin var greitt, at stórur munur var millum liðini, og VÍF kom fram um 9-1. Neistaverjan var opin, og VÍF?arnir høvdu lætt við at renna ígjøgnum.

Í hálvleikinum var munurin átta mál, og seinastu løtuna fram móti hálvleikinum var frægasta tíðarskeiðið hjá Neistanum.

Í seinna hálvleiki royndi Neistin at mansverja sentrala spælaran hjá VÍF, Inga Olsen, men tað hjálpti lítið. Aðrir spælarar tóku við, og VÍF helt fram við at skora.

Hóast hesin taktikkurin ikki tóktist rigga serliga væl, hildu Neistamenn fast um hann tíðina út. Tá Ingi Olsen móti endanum av dystinum varð skiftur út, flutti Neistin mansverjuna yvir á bróðurin Áka, men úrslitið var tað sama.


Ótakksom

uppgáva

So hvørt sum dysturin leið gingu kreftirnar hjá Neistamonnum undan, og endin var, at heili 16 mál vóru á muni millum liðini.

Hjá VÍF skoraði Áki Olsen 13 mál og Ingi Olsen sjey. Hjá Neistanum var Kári Mortensen toppskjútti við fimm málum. Kári spælir framvegis við á liðnum hjá Neistanum, og hann stríðist sera væl, men í løtuni er Neistaliðið ikki nóg gott til bara at spæla upp ímóti VÍF.

Tað er tíðliga í kappingarárinum, og uppgávan at fara til Vestmanna er ótakksom, tí VÍF hevur verið í gongd í nógvar vikur nú, og teir eru í toppform.


Verjuspælið

vánaligt

Tað var serliga verjuspælið hjá Neistanum, sum var vánaligt. Verjan var illa skipað mesta av tíðini, og tá spælararnir í seinna hálvleiki gjørdust troyttir, gjørdust mistøkini nógv.

VÍF helt leikferðini hjá sær høga meginpartin av tíðini, og teir vístu, at teir eru minst líka væl fyri, sum teir vóru í fjør.

Tá kláraði eingin at geva teimum mótstøðu, og tað er púra vist, at í ár fáa teir so ikki mótstøðu frá Neistanum. Nú skal Neistaliðið ikki dømast út frá fyrsta dystinum í kappingini, og tað er púra vist, at spælararnir eiga at klára at avrika meiri enn teir gjørdu leygardagin.

Í leygardagsblaðnum útróptu vit VÍF til stórfavoritt at vinna kappingina í ár, og spurningurin er framvegis hvør kann geva VÍF mótstøðu. Fyrsti dysturin var eingin forðing, og næsta vikuskftið skal KÍF royna seg móti sterka VÍF-liðnum.