Besta mansliðið hjá VÍF hevur í kvøld gjørt ein vørr niðri í Luksemborg í øðrum umfarinum í European Cup.
VÍF vann fyrra dystin móti Esch 31-30.
Esch var á odda 30-29 tá færri enn tveir minuttir vóru eftir, men við tveimum málum frá Filip Jojic eydnaðist tað VÍF at vinna dystin 31-30.
VÍF var á odda 17-15 í steðginum.
Liðini spæla seinna dystin í annaðkvøld klokkan 18. Við sigri ella javnleiki vinnur VÍF seg víðari í kappingini.
Esch-VÍF 30-31 (15-17) - 1. dystur í øðrum umfarinum í European Cup
VÍF: Filip Jojic 11, Johannes Bjørgvin 6, Hallur Arason 6, Kristoffur Bjørgvin 3, Jón Müller 2, Andrias Eriksen 2, Kristian Jensen 1.
Sambært hagtølunum hevði Mladen Mjerimacka eitt bjargingarprosent upp á 20,6 prosent.