Viga ferðafólk áðrenn fráferð

Finskt flogfelag vigar ferðafólk av serligari orsøk

Í hesum døgum vigar finska flogfelagið Finnair ferðafólk áðrenn fráferð.

 

CNN skrivar, at hetta er royndarverkætlan, har flogfelagið í eina tíð vigar nøkur ferðafólk á útvaldum ferðum. Umleið 1.200 fólk skulu vigast.

 

Orsøkin er, at flogfelagið vil finna fram til miðalvektina hjá ferðafólki og hondviðførinum fyri at styrkja raksturin.

 

– At ferðafólk verða vigað, kann vera við til at økja trygdina og optimera raksturin, sigur Paul Hulme Harrison, sum er serfrøðingur í flogtrygd, sambært TV2.

 

Hann sigur, at tað finnast útrokningar av miðalvekt frammanundan, men um nú miðalvektin á fólki broytist, so er neyðugt at vita tað, og tí heldur hann, at átakið hjá Finnair er viðkomandi og neyðugt.

 

Satu Munnukka, sum er ein av rakstrarleiðarunum hjá Finnair, sigur sambært CNN, at fólk skulu ikki stúra fyri at verða vigað, tí eingin vekt hjá einstøkum ferðafólki verður skrásett og brúkt, tað er samlaða vektin á teimum, sum verða vigað, ið verður skrásett og verður brúkt til útrokningar.