Í gjár vistu tey í Kvívíkar kommunu at siga, at Víkarvegurin í bygdini nú verður asfalteraður.
Arbeiðið er farið í gongd, og fyrst verður gamla asfaltið tikið av, áðrenn nýtt asfalt verður lagt á aftur.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at vegurin í dagtímunum helst verður stongdur í einar tríggjar dagar.
Sambært kommununi verður vegurin stongur frá klokkan 09 til klokkan 16, meðan arbeiðið verður gjørt.