Víkinga leikari kann enda í Havn

Verjuleikari hjá Víkingi er eftirspurdur av feløgum úr høvuðsstaðnum

Sambært keldum hjá Miðlahúsinum eru útlit fyri, at verjuleikarin hjá Víkingi, Dánial Pauli Lervig, kann enda við at spæla við høvuðsstaðarfelagið í komandi kappingarárið.

 

Dánial Pauli Lervig spældi í ár 17 dystir á Effo-liðnum hjá Víkingi.

 

Sum skilst eru bæði AB og HB áhugaði í verjuleikaranum hjá Víkingi, sum bæði kann spæla í miðverjuni og á vinstra bakki. Bæði AB og HB eru í løtuni uttan vinstra bakk til komandi kappingarár, og tí er ikki óhugsandi at Dánial Pauli Lervig kann enda í øðrum av feløgunum.

 

Dánial Pauli Lervig hevur í løtuni ikki skrivað sáttmála við nakað felag til komandi kappingarár, men hann greiðir in.fo frá, at tann avgerðin verður tikin í næstum.

 

-       Tað er rætt at eg ikki enn havi nakran sáttmála til komandi kappingarár, men eg vóni og vænti at tað kemur uppá pláss sum skjótast. Helst áðrenn vikan er liðug.

 

24 ára gamli Dánial Pauli Lervig hevur spælt 41 dystir í Effo-deildini fyri Víking síðani 2010.