Víkingar sóu reytt

Í EB/Streymi halda teir seg hava funnið seg sjálvar, nú tað eydnaðist at vinna sera týdningarmikið stig

Tað endaði við stórum dramatikki, tá ið EB/Streymur í gjárkvøldi í Hólmanum á Eiði hevði vitjan av Víkingi.

 

Í síðstu løtu hevði Alex Troleis tvær ferðir reyða kortið á lofti. Liðformaðurin Atli Grgersen sá reytt, og venjarin Jóhan Petur Poulsen sá reytt. Í báðum førum sektaði dómarin við reyðum eftir at ábyrgdarmenninir hjá Víkingi á og uttanfyri vøllin høvdu givið til kennar, hvat teir hildu um avrikið.

 

Nú er landsliðssteðgur, og tað verður ikki spælt aftur í landskappingini fyrr enn sunnudagin 12. september. Tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti TB. Tá verður Atli Gregersen leikbannaður, og tá fer Jóhan Petur Poulsen ikki at vera á beinkinum. Heldur verður tað hjálparvenjarin Svenn Ólsen, sum fer at hava ábyrgdina.

 

Fyri víkingarnar var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um tepru leiðsluna, sum Andreas Lava Olsen fimm minuttir eftir steðgin vann gestunum í Hólmanum. Uppleggið átti Geza David Turi. Hetta var 13. málið hjá Lavamanninum í ár. So nógv mál hevur hann ikki skorað øll árini, síðani Víkingur í 2008 sá dagsins ljós.

 

EB/Streymur javnaði til 1-1 í næstsíðsta minutti. Málskjútti var Símun Sólheim, sum síðstu mánaðirnar av álvara er vorðin lyklaspælari. Hann lyfti bóltin frá brotsteigarsamankomingini í vinstru og í handara síðunetið. Uppleggið átti Hans Pauli Samuelsen, sum fimm minuttir frammanundan varð skiftur inn, tá ið EB/Streymur spenti álopsbogan í roynd at vinna úrtøku.

 

At tað eydnaðist at vinna eitt stig kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi fyri EB/Streym, sum nú er fýra stig undan ÍF, sum seinnapartin fær vitjan av TB.

 

-Tað hevur gingið illa, og vit arbeiða við at finna okkum sjálvar. Vit halda ikki, at vit hoyra til í botinum, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at eydnast at arbeiða okkum burtur úr botinum. Vit hava alt ov góðar spælarar og alt ov gott lið at vera í botnum, sigur EB/Streyma miðverjin Árni G. Olsen.

 

Víkingarnir vóru ógvuliga vónbrotnir:

 

-Í fyrra hálvleiki royndu vit, men tað eydnaðist ikki at vinna okkum til góðar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki fingu vit mál, men tað eydnaðist ikki at varðveita leiðsluna. Fjarstøðan aftur til hini, sum kappast um pláss í Europa, er varðveitt, og vit tóku okkum longur frá NSÍ. Vit vita, hvat skal til, og tað fara vit at gera, so at Víkingur næsta ár verður við í europeisku luttøkuni, segði Arnbjørn Svensson hjá Víkingi.

 

Víkingur hevur 44 stig og er framvegis greiður favorittur at vinna silvurkrónurar. Tað eru níggju stig aftur til B36 á triðja plássi og tíggur stig aftur til HB á fjórða plássi. Víkingur og B36 hava spælt 20 dystir, og HB hevur spælt 18 dystir.