Nú eru trý av fýra liðum funnin, sum vera við í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.
Meistaraliðið Víkingur, sum hevur verið í steypafinaluni fimm tey undanfarnu árini, verður ikki partur av finaluni í ár. Tað varð staðfest tíðliga seinnapartin, tá ið B36 í Gundadali vann 1-0 ímóti Víkingi.
Talan var um ein sera góðan – kanska tann besta í ár – fótbóltsdyst. Fótbóltsspælið var í hásæti, og tað var bæði ferðmikið og intenst.
Einsamalla málið skoraði B36 miðvallarin Eli Falkvard Nielsen í áttanda minutti.
Víkingur spenti álopsbogan fram ímóti dystarenda, og tað varð meiri broddur í Víkinga álopinum, eftir at Andreas Lava Olsen varð skiftur inn, men tað varð bara tað eina málið.
Merkisvert var tað, at B36 hevði fleiri ungar spælarar á liðnum. Bjarti Petersen var millum teir fyrstu ellivu, og fleiri vórðu skiftir inn.
Í Runavík var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað varð greitt, at NSÍ við 3-2 sigri á Suðringum hevði tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Í vanligu leiktíðini var NSÍ tvær ferðir frammanfyri, og báðu ferðirnar megnaðu gestirnir at svara aftur. Suðringar javnaðu til 2-2 í evstu løtu, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, høvdu teir góðan møguleika at skora sigursmálið.
Í longdu leiktíðini var tað innskifti Andri Benjaminsen, sum skoraði sigursmálið til 3-2. Einar Tróndargjógv setti hol á, tá ið eitt korter var farið, og beinanvegin í seinna hálvleiki var tað Poul Ingason, sum við høvdinum umsetti til 1-1, eftir at tað varð lagt innfyri við frísparki.
Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum aftur, og Jón Krosslá Poulsen syrgdi fyri 2-2, og at tað harvið varð neyðugt við longdari leiktíð.
Steypavinnarin í fjør, KÍ, vann 2-0 í Fuglafirði. Ahmed Mujdragic legði beinanvegin við høvdinum KÍ framum eftir horna, og dygst undan steðginum var tað Jóannes Bjartalíð, sum umsetti brotsspark til mál.
HB og EB/Streymur spæla í Gundadali klokkan 17.
B36-Víkingur 1-0 (1-0)
1-0: Eli Falkvard Nielsen
NSÍ-TB/FCS/Royn 3-2 (1-1) eftir longda leiktíð
1-0: Einar Tróndargjógv
1-1: Poul Ingason
2-1: Klæmint A. Olsen
2-2: Jón Krosslá Poulsen
3-2: Andri Benjaminsen
ÍF-KÍ 0-2 (0-2)
0-1: Ahmed Mujdragic
0-2: Jóannes Bjartalíð br
HB-EB/Streymur klokkan 17.00