Víkingarnir eru einsamallir á toppinum

Tað var einki at rafla um, tá ið tað á heimavølli eydnaðist at vinna trivaligan sigur ímóti EB/Streymi, ið er undir strikuni

Í gjár gekk tað ikki soleiðis, sum tað varð roknað við, tá ið HB var á Svangaskarði. Tá endaði tað við 1-0 heimasigri, sum bar við sær, at B68 lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna.

 

At B68 slapp av niðurflytingarplássi bar við sær, at EB/Streymur datt aftur á níggjunda plássið.

 

Í kvøld hevði Víkingur møguleikan at taka toppin, og EB/Streymur hevði møguleikan at lyfta seg av aftur niðurflytingarplássinum.

 

Tað var eingin slingur í valsinum hjá Víkingi, sum vann 4-0, og sum nú er á toppinum við 42 stigum, meðan HB hevur 39 stig, og KÍ hevur 33 stig.

 

Í síðsta umfari undan summarsteðginum hittast Víkingur og HB í Sarpugerði. Tað verður nú hóskvøldið 4. juli.

 

EB/Streymur var í 5-4-1 uppstilling. At bæði Andras Ó. Olsen og Mikkjal Hellisá vóru leikbannaðir bar við sær, at miðverjan var mannað av nýggjum.

 

Virgar Jónsson, sum av álvara hevur gjørt var við seg bæði á vongverjanum og á miðvøllinum, var nýggjur stýrimaður í miðverjuni, og tað eydnaðist sundalagsmonnum at halda tørn um málleysa javnleikin allan fyrra hálvleik og inntil seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal.

 

Tá brast fyri nev hjá Víkingi, sum var væl meiri á bóltinum enn gestirnir. Í eitt korter vóru tað framrættaðu síðuspælararnir, sum skoraðu. Fyrst var tað Poul Kallsberg, sum var málskjútti fyri áttandu ferð í ár, og so var tað Olaf Bárðarson, sum skoraði fyri fjórðu ferð, síðani hann kom fyri seg eftir langa skaðasteðgin. Hann skoraði fyrstu ferð í 11. umfari.

 

Innskifti Ingi Jonhardsson, sum leingi hevur verið skaddur, var fyri fyrstu ferð í ár málskjútti í landskappingini, tá ið hann sjey minuttir undan leikloki var fyrstur á returbólti. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Arnbjørn Svensson, sum eftir horna stýrdi bóltin í málið. Hetta var triðja málið hjá miðverjanum, sum eisini skoraði í 12. og 13. umfari.