Víkingarnir hava nógv at hugsa um

Skála hevur staðið seg ógvuliga væl í fyrra hálvleiki í Sarpugerði

Spælararnir hjá Víkingi og Skála eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik í Sarpugerði.

 

Tað er góður hýrur í Skála leguni, tí Skála er frammanfyri 1-0 við málinum, sum Edvin Jacobsen skoraði, eftir at Geza Turi hevði hálvbjargað brotssparki.

 

Heimaliðið hevur verið meiri á bóltinum, men tað hevur gingið illa at vinna upplagdar málmøguleikar. Tað kennist sum um, at Víkingur ikki hevur ein rættiligan álopsspælara, nú Finnur Justinussen spælir í Danmark, og Jón Krosslá Poulsen, ið var ætlaður at taka yvir leiklutin í álopinum, er skaddur.