Víkingarnir settu Stjörnuna undir trýst

Hóast teir frá fyrsta bríksli lógu undir við tveimum málum, sum megnaði Víkingur í kvøld at vinna stig og av álvara birta spenning um samlaða úrslitið

Tað sá einki út, tá ið Víkingur fyri einari viku síðani kom úr Íslandi við 3-1 tapi.

 

Í góðveðrinum í Klaksvík í kvøld vístu víkingarnir av álvara tenn, og eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki stóð tað samantalt á jøvnum, tá ið Víkingur skoraði tvey mál og var frammanfyri 2-0, og samantalt var tað 3-3.

 

Víkingarnir vístu so sera góðan hugburð. Áskoðararnir koyrdu á sínar menn, og undan steðginum var tað óheppið, at víkingarnir ikki vóru á odda, tí Víkingur hevði betri tak á spælinum, og tað vóru bæði støður og møguleikar frammanfyri málið hjá Stjörnuni.

 

Eftir steðgin kom tað av álvara spenningur í, tá ið Víkingur eftir tveimum minuttum legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0.

 

Fyrra málið skoraði Aron Benjaminsen, sum eftir horna og eftir at gestirnir royndu at beina bóltin burtur smekkaði bóltin í málið.

 

Seinna málið skoraði Sølvi Vatnhamar, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir sending frá væl upplagda Inga Jónhardsson á vongverjanum í vinstru.

 

Víkingarnir spældu so fyri at leggja seg samantalt á odda, og tað vóru góðar støður og møguleikar.

 

Næstu løtuna høvdu víkingarnir ikki marginalirnar á sínari síðu. Estlendski dómarin var óheppin í fleiri støðum. Tað kostaði ivaleyst hjá víkingunum, at teir høvdu lagt heilt nóg fyri í royndini at vinna seg víðari í kappingini, og gestirnir kendust hava meiri av krút á beinkinum at spæla út við, enn Víkingur hevði.

 

67 minuttir vóru farnir, tá ið Birnir Snær Ingason setti bóltin í málið eftir langt fríspark og eftir at  Örvar Eggertsson við høvdinum spældi hann leysan.

 

So var 2-1, og í 81. minutti var tað Guðmundur Baldvin Nökkvason, sum eftir horna og returbólt setti bóltin í málið, og so var spenningurin burtur.

 

Stjarnan vann samantalt 5-3, og bæði í Íslandi og í kvøld megnaði íslendska liðið at svara aftur, eftir at hava ligið undir.

 

2-2 og eitt stig til Víking, sum eigur stóran heiður av avrikinum í kvøld, ið bar eitt stig við sær til europeiska roknskapin hjá føroyskum liðfótbólti.