Fundurin verður í Posthúskjallaranum tann 21. juli kl. 17.00, í samband við at Tórshavnar býráð hevur á fundi 18. juni 2026 samtykt uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt millum J. Paturssonargøtu og Landavegin, skrivar torshavn.fo.
Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið við sethúsabygging, raðhúsabygging, tvíhúsabygging og íbúðarbygging, umframt at loyva ítøkiligar íbúðarbygging á matr. nr. 858ab, 859b, 859e og 860a.
Les meira um uppskotið til serstøku byggisamtyktina:
Nýggj serstøk byggisamtykt millum J. Paturssonar gøtu og Landavegin - Tórshavnar kommuna











