Víkingarnir takkaðu á norðoyastevnu fyri seinast

KÍ megnaði einki at gera við væl skipaðu og ágrýtnu favorittarnar úr Eysturkommunu

Tað hevur haltað og haltað, men kortini hevur tað aftur og aftur eydnast KÍ at vinna úrtøku.

 

Í dag gekk tað ikki. Fyri trimum vikum síðani tapti Víkingur 2-1 í Klaksvík. Tá var talan um javna og tætta uppgerð, sum koppaði trífalda meistaraliðnum til fyrimunar.

 

Í dag var øðrvísi, tá ið Víkingur var gestur á norðoyastevnu. Víkingur vann 2-0, og víkingarnir høvdu betur tak á álopsspælinum, verjuspælið hjá Víkingi var betur skipað, og víkingarnir gjørdu færri mistøk og vunnu seg til fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.

 

Fyrstu lítlyu løtuna vóru heimamenninir væl við, men sum fyrri hálvleikur leið, so fekk Víkingur alt betur fatur á spælinum, og í 26. minutti eydnaðist tað at fáa hol á. Málskjútti var Olaf Bárðarson, sum aftur í dag var væl upplagdur í vinstru. Uppspælið var í høgru,og flata innleggið átti Poul Kallsberg. Hesir báðir vóru framrættaðir í hvør sínum borði, og teir góvu KÍ vongverjunum, Jóannes K. Danielsen og Patrick Da Silva, stórar trupulleikar. KÍ vongverjarnir plaga annars at vera sera stinnir.

 

Álopssíðan hjá KÍ í høgru, har Jóannes K. Danielsen plagar at vera sera eyðsýndur saman við Árna Frederiksberg, sást tað leingi lítið til. Tað kendist sum um, at víkingarnir vóru rættuliga tilvitaðir um forða fyri, at KÍ spælið kundi fara í høgru.

 

Síðstu løtuna undan steðginum vann KÍ seg til málmøguleikar, og tá var landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð ógvuliga sannførandi.

 

Tað stóðust ofta vandamiklar støður, tá ið KÍ á egnari hálvu misti í uppspælinum. Men tá ið Víkingur 20 minuttir undan leikloki økti um munin til 2-0, var tað í sambandi við deyðbóltsstøðu, og einki er at ivast í, at klaksvíkingar iðra seg nógv um hesa støðuna.

 

Poul Kallsberg, sum nú tekur sær av mest sum øllum deyðbóltunum hjá Víkingi, sendi við frísparki aftarlaga í høgru á KÍ hálvuni bóltin í brotsteigin. Har vóru nógvir myrkabláir, men tað var miðverjin hjá Víkingi Arnbjørn Svensson, sum stakk seg upp og sera hegnisliga og við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.

 

KÍ royndi at spenna álopsbogan. Eitt nú varð Jonn Johannesen fluttur fram undir liðina á Páll A. Klettskarð, og síðstu løtuna vóru tað fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá Víkingi, og einaferð bjargaðu víkingarnir á málstrikuni. Men hetta var ikki dagurin hjá klaksvíkingum, sum nú eru seks stig frá fremsta plássinum, sum Víkingur eigur.

 

Víkingarnir fara av norðoyastevnu sum FM favorittar, og hjá KÍ er setningurin at vinna allar dystirnar, meðan tað verður bíðað og vónað, at nýggir spælarar kunnu vera við til at styrkja um liðið, sum hevur setningarnar at standa seg væl í Europa og at varðveita frástøðuna til toppliðini.

 

Serliga væl kemur tað við hjá KÍ, at tað nú er steðgur í landskappingini í tvær vikur, tí landsliðið fer at luttaka í Baltic Cup.