Víkingur er føroyameistari

Triðja FM heitið hjá yngsta felagnum í føroyskum fótbólti er veruleiki, nú tað í Gundadali endaði javnt

So er tað staðfest, sum síðani einaferð undan steðginum lá í luftini, og sum nú í fleiri mánaðir hevur verið roknað at vera veruleiki.

 

Í dag endaði tað 1-1 í Gundadali, har HB var vertur, og tað ber við sær, at Víkingur hevur vunnið FM fyri triðju ferð. Víkingur er yngsta felagið í bestu deildini, og í dag hevur Víkingur vunnið FM fyri triðju ferð. Víkingur var stovnað í 2008, tá ið LÍF og GÍ vórðu samanløgd í nýggja felagið, sum fekk navnið Víkingur.

 

Fyrsta FM heitið vann Víkingur i 2016, og aftur í 2017 var Víkingur meistari. Í síðsta umfari fær Víkingur leygardagin vitjan av 07 Vestur. Undan síðsta umfari hevur Víkingur 72 stig, og tað er møguleiki fyri, at FM heitið verður vunnið við 75 stigum. Tá ið Víkingur vann FM í 2016, var tað við 61 stigum, og í 2017 var tað við 52 stigum.

 

Í dag var hálvleiksstøðan 1-1. Fyrrverandi spælarin hjá Víkingi, miðvallarin Noah Mnenéy, legði HB á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Verjuspælið hjá víkingunum sá ikki so gott út, og tað takkaði Noah fyri, tá ið hann eitt vet til vinstru snilt setti bóltin dygst inn við handara stólpa.

 

Tríggjar minuttir undan steðginum var tað Poul Kallsberg, ið leingi hevur verið skaddur, sum javnaði. Hann var púra leysur inni við handara stólpa eftir tvørsending úr vinstru. Uppleggið átti Olaf Bárðarson. Hann er ein av spælarunum, sum umboð fyri Hillerød í næstbestu donsku deildini í dag vóru í Gundadali fyri at eygleiða.

 

Ein annar er evnaríki miðverjun Arnbjørn Svensson:

 

-Hetta er framúr kensla. Tað er so langt síðani, at tað varð tosað um, at nú vóru vit meistarar, men vit hava roynt at vísa á, at soleiðis er tað ikki. Men tá ið vit undan landsliðssteðginum vunnu á heimavølli ímóti ÍF, var tað so tætt við, at eg segði bara takk fyri lukkuynskini. Hetta var ikki besti dysturin hjá okkum í ár, men tað kennist ógvuliga væl at vera við til at vinna FM fyri fyrstu ferð. Eg vari við í 2017, men tá var eg fyri tað mesta á beinkinum, staðfestir Arnbjørn Svensson.

 

 

 

 

 

HB – Víkingur 1-1 (1-1)

 

1-0: Noah Mnenéy

 

1-1: Poul Kallsberg

 

Dómari: Alex Troleis

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur Fossdal Guttesen, Jákup L. Thomsen, Ári Mohr Jónsson

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Bergur J. Poulsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Mattias Blårud, Emil Weihe Joensen, Jóhann Hansson Joensen – Jens Erik Bruhn, Kristian Svabo Eliasen (Suni Herman Petersen, 84.), Boubacar Dabo