Víkingur er rættiliga greiður favorittur móti B36

Her eru oddsini upp á dystin B36-Víkingur

Seinnapartin klokkan 17.30 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og Víking á ovara vølli í Gundadali.

 

(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

B36 er nummar fimm í deildini við 29 stigum. Víkingur er fremst við 51 stigum av 54 møguligum stigum.

 

21. apríl vann Víkingur 4-0 á B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og tá liðini møttust í Gundadali fyri fimtan døgum síðani vann Víkingur 2-1.

 

Víkingur hevur eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 eru 5,08.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,23.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru 1,51.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##