Í triðja umfari, sum var 17. mars, fúr Undrið FF suður úr Eysturkommunu við 2-0 sigri ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Í dag var Undrið FF í Sarpugerði, og nú endaði tað við 3-1 heimasigri. Hetta var onnur ferðin í ár, at víkingarnir vunnu 3-1 ímóti Undrið FF. Soleiðis var úrslitið eisini, tá ið víkingarnir 21. mai vóru í høvuðsstaðnum. Ta ferðina skoraði Finnur Justinussen hattrikk fyri Víking. Í dag var Finnur ikki á listanum, tí nú er hann aftur fastur maður á listanum hjá besta liðnum.
Einasti maður, sum í dag var á liðnum hjá Víkingi, og sum plagar at vera á besta listanum, var Ingi Jonhardsson, sum varð skiftur út, tá ið ein tími var farin. Hann økti um heimaleiðsluna til 2-0 í fyrsta minutti eftir steðgin. Tá ið ein lítil hálvur tími var farin, setti Víkingur hol á. Málskjútti var Rani Hansen, sum nú hevur skorað 9 mál í ár. 18 ára gamli Áki Magnussen økti um munin til 3-0, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Hetta var annað málið hjá honum í ár.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði innskifti Rói Jacobsen um munin til 3-1. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
Víkingur er á triðja plássi við 33 stigum – eitt frammanfyri Undrið – og Víkingur hevur spælt 18 dystir, meðan Undrið FF hevur spælt 19 dystir.
Fríggjadagin fær Undrið FF vitjan av 07 Vestur, og leygardagin fær Víkingur vitjan av B71.