Víkingur hevur framvegis ikki tapt

1. DEILD: Í dag vunnu teir næstbestu hjá Víkingi trivaligan heimasigur ímóti B36

At fleiri, sum í fjør vóru á besta liðnum, eru givnir, ber við sær, at tað eru nógvar skiftingar á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Men tað sæst ikki aftur á avrikunum og úrslitunum. Víkingur plagar at vera í toppinum í næstbestu deildlini, og soleiðis er tað eisini, nú 2026 kappingin er fýra umfør gomul.

 

Í dag hevði Víkingur vitjan av teimum næstbestu hjá B36, sum fóru suður aftur við 3-0 tapi.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Fríði Gertsson Jarnskor hol á eftir sending frá Boga á Reynatrøð. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla Fríða í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Kristian Jacobsen um munin til 2-0. Uppleggið átti Markus Højgaard, sum ein minutt undan dystarloki staðfesti 3-0 heimasigurin. Tá var tað Fríði Jarnskor Gertsson, sum legði upp. Hjá øllum málskjúttunum var talan um ársins fyrsta mál.

 

Víkingur er topplið við 10 stigum fyri fýra dystir. FC Suðuroy hevur sjey stig fyri tríggjar dystir, og TB hevur fýra stig fyri tveir dystir. At Smyril ikki sigldi í morgun er orsøkin til, at hvørki FC Suðuroy ella TB hava spælt í dag.

 

Næsti dystur hjá Víkingi verður grannauppgerð um eina viku ímóti ÍF. Næsti dystur hjá B36, sum hevur fýra stig, verður um eina viku, tá ið TB verður gestur í Gundadali.