Bóltsnillingurin á liðnum hjá Víkingi hevur gjørt sáttmála við Levanger FK, sum spælir í triðj bestu deildini í Noreg.
- Ja, hann hevur gjørt ein 1 ára sáttmála við Levanger FK, sum í løtuni spælir í triðj bestu deildini í Noreg. Hann valdi at taka av tilboðinum, sum honum stóð í boðið frá teimum, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kaj Leo.
Kaj Leo hevur verið í Noreg og kanna umstøðurnar í felagnum.
- Hann var nýliga í Noreg og hugdi seg um í felaganum, áðrenn hann valdi at endaliga taka av tilboðinum. Hann hevur havt eitt brennandi ynski um at spæla uttanlands í longri tíð, sigur Hans Jacob á Líknargøtu víðari.
Levanger FK er ikki kent felag her á leiðini, men í Noreg hava teir samstarv við stóra felagið Rosenborg.
- Hóast Levanger FK ikki ljóðar kent, so eru teir eitt kent felag í Noreg, har teir eru eitt nú eru "feeder club" hjá Rosenborg BK. Kaj Leo sær hendan møguleikan sum eitt stig á leiðini at røkka enn longur sum fótbóltsspælara, sigur Hans Jacob á Líknargøtu at enda.
Sostatt verður Kaj Leo ikki partur av hópinum hjá Víkingi komandi kappingarár.