Víkingur Reykjavík er besta norðurlendska liðið í Conference League

Fimm norðurlendsk lið kappast í deildarspælinum í Conference League

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík er besta norðurlendska liðið í Conference League. Tað staðfestir Morgunblaðið.

 

Fimm norðurlendsk lið kappast í deildarspælinum í Conference League, og aftaná trý tey fyrstu umførini hevur Víkingur staðið seg best av teimum fimm liðunum.

 

Støðan millum tey norðurlendsku liðini í Conference League:

 

14. Vík­ing­ur Reykjavík      3 dystir  2  0  1  5:5  6 stig

16. Djurgår­d­en     3 dystir 1  1  1  5:5  4 stig

22. Molde             3 dystir 1  0  2  4:5  3 stig

26. HJK Hels­inki    3 dystir 1  0  2  1:5  3 stig

29. FC Keypmannahavn 3  dystir 0  2  1  4:5  2 stig

 

HJK Helsinki vann á KÍ í avgerandi Play Off umfarinum.

 

Av teimum 36 liðunum í deildarspælinum fara átta tey fremstu liðini beinleiðis til áttandapartsfinalurnar. Liðini sum hava endastøðurnar millum nummar níggju og 24 spæla Play Off dystir um at røkka áttandapartsfinalunum. Liðini sum enda millum nummar 25 og 36 eru liðug við kappingina.

 

28. november hevur Víkingur útidyst móti armenska liðnum, FC Noah sum tapti 0-8 fyri Chelsea á Stamford Bridge. 12. desember hevur Víkingur heimadyst móti Djurgården, og teir enda á útivølli við dysti ímóti eysturríkska liðnum, LASK Linz.

 

FC Noah er í løtuni nummar 28 við trimum stigum, og LASK er nummar 30 við tveimum stigum, so møguleikarnir hjá Víkingi at fáa eina endastøðu millum nummar níggju og 24 í deildarspælinum eru ikki sørir.