Víkingur vann níggju stig og skoraði 14 mál móti AB

Víkingur vann tríggjar stórsigrar á AB hetta kappingarárið

Víkingur vísti klassa móti AB í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini hetta kappingarárið.

 

Talan gjørdist um tríggjar stórsigrar, 5-0, 4-0 og 5-0 til Víking.

 

Samlaða úrtøkan gjørdist níggju stig til Víking, og ein trivalig málúrtøka sum sigur 14-0 í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Víkingur-AB 5-0 (4-0) - 15. mai

 

AB-Víkingur 0-4 (0-2) - 21. mai 

 

Víkingur-AB 5-0 (2-0) - 1. september

 

Kelda: FaroeSoccer