Danska veðurstovan DMI roknar við góðveðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og fyri tað mesta turt.
DMI sigur, at í dag verða 2-7 m/s av vestri og útsynningi. Skýggjað og okkurt æl, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 4 og 8 stig. Í kvøld og í nátt 2-7 m/s av útsynningi, mest turt og klárt. Hitin millum 3 og 6 stig.
Sunnudagin verða 2-7 m/s av útsynningi og suðri. Út á dagin 5-10 m/s av landsynningi. Turt og nakað av sól. Hitin millum 6 og 9 stig.