- Vil banna einnýtisplast

Tingkvinna heldur, at vit eiga at banna einnýtisplast í Føroyum

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur í lesarabrævið sent miðlunum í dag, at hon heldur vit eiga at banna einnýtisplasti í Føroyum. 

 

- Kanningar vísa, at í 2050 kunnu vit vænta, at tað verður meira plast enn fiskur í havinum. Eisini vita vit, at 70 % av burturkastinum í havinum er einnýtisplast og fiskiamboð. Eg haldi, at tíðin er komin til, at vit taka eitt ordiligt stig á hesum økinum og banna tí einnýtisplasti, sum oftast endar í havinum, skrivar Kristianna Winther Poulsen. 

 

Tað er í sambandi við umhvørvistiltak, sum tingkvinnan hevur luttikið í, har skrell varð heintað úr náttúruni, og har var sjónligt, at serliga plast er ein plága. 

 

- Plast er bæði ólukka og vælsignilsi – tí hvussu skulu vit liva uttan alla vøruna úr plasti, sum vit brúka hvønn einasta dag? Umhvørvisliga avbjóðingin er, at einki plast bert skal brúkast eina ferð, og at plastið verður burturbeint á rættan hátt, so at tað ikki endar í náttúruni. Tað vísir seg, at 70 prosent av øllum burturkasti í heimshøvunum er einnýtisvøra og fiskireiðskapur, skrivar Kristianna Winther Poulsen. 

 

Tí heldur tingkvinnan, at tíðin er komin til, at Føroyar ganga á odda og seta bann fyri einnýtisplasti. 

 

-  Vit eiga at gera okkara part í mun til at basa veðurlagsbroytingunum í heiminum, men vit eiga sanniliga eisini at hugsa um høvuðsvinnu okkara, sum í stóran mun verður ávirkað av tí støðugt meira dálkaða havinum, skrivar hon í lesarabrævið, sum kann lesast í fullum líki við at trýsta her