Fyribyrging: Nú fer tað skjótt at verða forboðið hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium at sóla sær.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann nú er farin í holt við at orða eitt uppskot, sum eftir ætlan verður lagt fyri Løgtingið í vár ella beint eftir summarfrítíðina.
Uppskotið fer at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium at sóla sær.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er eitt mál, sum eisini skal hava eina politiska viðgerð í samgonguni.
Men stendur tað til hann sjálvan, verður uppskotið lagt fram.
Og tað skuldi kanska verið løgið vissi restin av samgonguni, ella Løgtinginum annars, ikki taka undir við uppskotinum, tí hetta er eitt av tilmælinum í víðfevndu krabbameinsætlanini, sum ein serfrøðingabólkur handaði landsstýrinum í heyst.
Krabbameinsbólkurin mælir til, at eitt tað fyrsta tiltakið, sum gjørt verður fyri at fyribyrgja krabbameini, er at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerð.
Og mælt verður samstundis til, at hetta forboðið verður sett í verk longu í ár.
Kannar praktiskar spurningar
Aksel V. Johannesen staðfestir, at skal tað forbjóðast ungum at keypa sær sólviðgerð, er tað eitt mál, sum kann føra til nakrar praktiskar trupulleikar, sum skulu loysast.
Ein av hesum spurningum er, hvussu lógin skal umsitast og, hvussu vit skulu tryggja okkum, at hon verður hildin.
- Veruleikin er, at nógvar sólmiðstøðir eru ómannaðar, tí har fara fólk bara inn, koyra pening í eina automat og leggja seg undir sólina.
- Spurningurin er, hvussu vit skulu tryggja okkum, at lógin verður hildin, tí tað er helst eisini ein stórur spurningur um tað ber til hjá løgregluni at ferðast runt á sólmiðstøðir at halda vakt og at forða fyri at lógin verður brotin.
Landsstýrismaðurin sigur, at í løtuni eru tey í ferð við at kanna, hvussu tey hava gjørt í øðrum londum, har tað longu er bannað ungum undir 18 ár keypa sær sólviðgerðir.
Men ber tað ikki bara til at áleggja teimum, sum selja sólviðgerðir, at syrgja fyri, at aldursmarkið verður hildið?
- Tað kunnu vit siga, men so fer tað helst at taka grundarlagið undir teimum smáu sólmiðstøðunum, tí tey fara neyvan at hava umstøður til at hava fólk at passa sólina fyri at tryggja, at aldursmarkið verður hildið.
- Men hesin spurningurin um, hvussu lógin skal hondhevjast, verður nú umhugsaður, sigur Aksel V. Johannesen
MYND AV SOLARIUM
Í vár, ella í seinasta lagi beint eftir summarfrítíðina, ætlar Aksel V. Johannesen at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerð