Vil føra bókmentir fram uttanlands

Føroyingar hava fingið nýggja bókmentasøgu – á donskum máli

Hóskvøldið var nýggj bókmentasøga um føroyskar bókmentir løgd fram í Havn. Tað er forlagið Marselius, sum nú gevur út fyrra bind av tveimum um føroyskar bókmentir skrivað á donskum av Jógvani Isaksen, lektara á universitetinum í Keypmannahavn. 


”Færøsk Litteraturs Historie Bind 1”, sum er 470 blaðsíður, røkkur um árini frá 1298 og til 1950. Annað bind, sum væntandi kemur út um gott eitt ár, er um skeiðið frá 1950 og til í dag.

– Høvuðsendamálið við bókini er at gera vart við føroyskar bókmentir uttanlands. At geva fólki ta fatan, at tað er lív í føroyskum skaldskapi. Bókin er skrivað á donskum máli, og tað gevur nógvum norðurlendingum møguleika at kunna seg um føroyskar bókmentir, uttan at tey duga at lesa føroyskt, sigur Jógvan Isaksen.

– Eg undirvísi á donskum máli um føroyskar bókmentir, og tí hevur tað ikki verið nakar trupulleiki at skriva bókina á donskum máli. Avbjóðingin hevur verið at týða tey endurgivnu ørindini og brotini til danskt mál. Har sæst stundum, at danska týðingin er veikari enn tann føroyska, men tað er gjørt so gott sum gjørligt, sigur hann. ­

Ætlanin er, at seinna bind kemur út um eitt gott ár.