Vil forða fyri at fleiri børn detta niðurímillum

Fyri eina millión ber til at forða fyri, at nógv børn verða munandi skerd í lívinum

Hvørja ferð, ein skúlabók verður givin út, skal hon esini gevast út sum ljóðbók.

 

Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri  Sambandsflokkin. Tì hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at biðja Landsstýrið leggja uppskot fyri Løgtingið um, at allar skúlabøkur eisini verða givnar út sum ljóðbøkur.

 

– Blind og sjónveik eru illa fyri á hesum øki og tað eru lesiveik eisini, heldur hann.

 

Hann sigur, at Ljóðbóktænastan hevur ikki umstøður at lesa allar bøkur unn og tí heldur hann rætt og slætt, at allar skúlabøkur skulu eisini verða lisnar inn.

 

Ein leyslig meting sigur, at hvør bók, verður lisin til ljóðbók, kostar millum 20.000 og 25.000 krónur. Bjørn Kalsø metir eisini, at fimm nýggjar bøkur fara at koma út um árið hesi næstu trý til fimm árini og sostatt fer hetta at kosta ímillum 100.000 og 125.000 krónur.

 

Hann sigur somuleiðis, at leysliga mett eru tað ímillum 20 og 30 bøkur, sum ikki eru givnar út í ljóðbók og sostatt verður neyðugt hjá Løgtinginum at seta tilsamans umleið eina millión av til endamálið.

 

Bjørn Kalsø sigur, at hendan kostnaðarmetingin er bygd á skúlabøkur til fólkaskúlan. Men hann vísir á, at fyri fáum árum síðan varð tíbetur eisini farið undir at skriva skúlabøkur til dagstovnabørn, miðnámsskúlar, og til hægri útbúgvingar og hann heldur, at hesar bøkurnar eiga eisini at verða umfataðar av lógini.