Vil gjalda Vágatunnilin skjótari

Sandavágur: Á bygdarráðsfundi í farnu viku samtykti bygdarráðið at skunda undir, at Vágatunnilin verður skjótari niðurgoldin.

Bygdarráðið í Sandavágs kommunu samtykti nevniliga at senda eina áheitan til Vinnumálaráðið og løgtingsmenninar í Vágum. Her verður heitt á hesi um at virka soleiðis fyri, at raksturin av Vágatunlinum verður lagdur undir Landsverk, soleiðis at P/F Vágatunnilin bert skal fíggja sjálva íløguna.
 Verður tað gjørt, kann tunnilin gjaldast niður skjótari, og sostatt verður eisini skjótari, til frítt er at koyra gjøgnum tunnilin, verður sagt.
Á evnisdegi um Vágatunnilin, sum Vága Kunningarstova skipaði fyri í farna mánaði, varð hetta hugskotið lagt fram.
Nú hevur Sandavágs Kommuna tikið tað upp alment og samtykt at senda fyrstu áheitanina til myndugleikarnar um hetta.