Vil hava at vita hvør rindar fyri at bjarga útlendskum ferðafólkum

Hvør rindar rokningina tá ið útlendsk ferðafólk koma í neyð í Føroyum?

Hvussu nógv hevur tað kostað at bjarga útlendskum ferðafólkum, sum eru komin í neyð í fjøllunum í Føroyum? Og hvør er tað, sum rindar rokningina?

 

Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, nú hava Høgna Hoydal, landsstýrismann á økinum, at greiða frá. Hann vil eisini hava at vita, hvussu ofta tyrlan hevur verið við til at bjarga útlendskum ferðafólkum hesi seinastu trý árini.

 

Kári P. Højgaard vil eisini hava greiði á um Høgni Hoydal veit, hvar tað hevur kostað tyrlutænastuni, at tey hava bjargað fremmandum ókunnufólki, sum hava gingið seg í óføri, sum eru omandottin, ella hava fingið skaða.

 

Kári P. Højgaard staðfestur, at higartil hava ferðafólk havt rættuliga stórt frælsi at ferðast í Føroyum. Men ikki so sjáldan eru tíðindi at hoyra í fjølmiðlunum, at fólk hava biðið um hjálp, tí tey eru vilst ella hava gingið seg í óføri. 

 

Tíverri er heldur ikki ókent, at ferðafólk hava verið áheilsin og hava brotið armar ella bein, og tað hevur eisini hent seg, at tey eru omandottin. 

 

– Stundum er stór leiting sett í verk, tí fólk hava verið burtur longri enn væntað og ikki so sjáldan er brúk fyri tyrluni, og hon er sera kostnaðarmikil, leggur Kári P. Højgard afturat.

 

Og tí vil hann vita, um hetta er ein útreiðsla, skattgjaldarin í Føroyum ber, ella um hesi fólkini hava tryggingar, sum bera kostnaðin.