Vil hava at vita nær veðurstovan verður flutt vestur í Vágar

Fyribils loysnir hava lyndi til at draga út, heldur løgtingsmaður og tí vil hann hava spurningin umrøddan

Nær verður nýstovnaða veðurstovan flutt vestur í Vágar? Hetta verður fyrsti spurningurin, nýsetti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, skal greiða Løgtinginum frá. Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum reisir spurningin.

 

Síðani vit fingu okkara egnu veðurstovu, eru ymsar meiningar um, hvar hon skal vera. Fyribils er hon undir Vørn í Havn, men undanfarni landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ætlaði, at hon skuldi flytast vestur á flogvøllin í Vágum. Men ætlanin var eisini at skipa deildir av veðurstovuni ymsastaðni kring landið.

 

Aðrar røddir hava eisini verið frammi um, at hon skal vera í Klaksvík í sambandi við sjóvinnuútbúgvingarnar har, og nú vil Jóhannis Joensen hava at vita frá landsstýrismanninum, hvar málið liggur. Hann sigur, at tað hevur ljóðað, at ætlanin er at skipa veðurstovuna í tríggjar deildir – og hann  vil hava at vita um hesar deildir verða í Klaksvík, í Havn og í Vágum.

 

Hann vísir á at veðurkort hava verið gjørd á flogvøllinum í Vágum í áratíggju, og veðurfrøðingar hava arbeitt á flogvøllinum. Tað hevur verið í samstarvi við Donsku veðurstovuna, DMI, men hann sigur, at nú vit hava okkara egnu veðurstovu, verður tað framhaldandi neyðugt at hava veðurstovu á flogvøllinum, serliga tá ið hugsað verður um framtíðar útbyggingar á flogvøllinum og at flogferðslan fer at vinda upp á seg í framtíðini.

 

– Fyribilsloysnin undir Vørn verður søgd at vera avmarkað. Tó hava fyribilsloysnir javnan tað at draga út ella gerast til endaligar loysnir, sigur Jóhannis Joensen og tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ætlanirnar eru.