Vil hava býráðið at taka klagur í álvara

Og klagurnar eru ikki tað bera grenj, siga býráðslimir

Tórshavnar Býráð fær javnan klagur frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri larmi frá skipum. Og hesar klagurnar skal býráðið taka í álvara. Tað heldur Ruth Vang, býráðslimur fyr Framsókn. Larmur frá skipum er ein afturvendandi trupulleiki og bæði býráðið og løgreglan fáa óteljandi klagur frá fólki, sum ikki fáa sovið fyri larmi frá skipum.

Men Ruth Vang, sigur, at tey, sum klaga, siga eftir við eini kenslu av, at býráðið tekur tey ikki í álvara, tí einki hendur. Býráðið ikki so frægt sum svara klagunum aftur, sigur hon.

Tí reisti hon málið á seinasta býráðsfundi, tí hon vildi hava meirilutan í býráðnum at greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava á hesum øki – ella um tey ætla at gera nakað yvirhøvur.

– Ætlar meirilutin í býráðnum einki at gera tí tey halda, at hetta er nakað, fólk eiga at tola, eigur býráðið eisini at fortelja fólki tað, so at tey vita tað, heldur enn bara at tosa fólk upp í lag.

Ruth Vang sigur, at bara í apríl mánað hevur býráðið fingið 15 klagur um larm frá skipum í Kollafirði.

Men tey, sum hava klagað, siga, at býráðið svarar ikki aftur og tey hava eina kenslu av, at klagurnar ikki verða tiknar í álvara, og at tey tvørturímóti verða hildin fyri gjøldur.

– Fólk eru sera órógvað, tí tað larmar so illa, at tað er ótolandi. Tey hava eisini víst á, at støðan er versnað síðani ársskiftið tá ið hendan býráðssamgongan tók við. Fólk hava beinleiðis eina kenslu av, at hendan samgongan hevur givið skipum grønt ljós at larma sum tey vilja og tað kann ikki standa ósvarað, heldur Ruth Vang.

Tí vil hon hava meirilutan í Tórshavnar býráð at taka tær nógvu klagurnar í álvara, og at koma við eini fráboðan um, hvørjar ætlanir eru á økinum.

– Vit skylda fólki eina frágreiðing, men er tað støðan hjá býráðið, at einki skal gerast við tað, eiga fólk at fáa tað at vita, leggur hon afturat.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, býr í Kollafirði, og hann segði, at har hava nøkur skip ligið við bryggju sum hava larmað so illa, at tað kann rætt og slætt ikki góðtakast. Hann heldur avgjørt, at tað er hald í klagunum um larm og tað eigur Býráðið at gera nakað við.

– Sjálvandi skal virksemi vera á havnarløgunum, men vit eiga at syrgja fyri, at fólk fáa náttarfrið, sigur Jákup Dam. Tað eru nógv skip, sum ikki larma, men vit eiga ikki at góðtaka, at skip larma so illa, sum nøkur av teimum gera.

Samstundis minnir hann á, at Borgarstjórin í Havn er formaður í Kommunufelagnum, og Kári Johansen, formaður í Havnarnevndini í býráðnum, er eisini nevndarformaður í Sev, so hann helt, at tað hevur ongantíð ligið so væl fyri sum nú at fáa eina avtalu í lag um at lata skip fáa streym úr landi.

Eisini Elsa Berg, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi, hevur fingið ein hóp av klagum um larm. Men hon vísti á, at næstan øll siga, at tey fáa ikki svar, og tað heldur hon ikki ikki góðtakast. Tí heldur hon, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk alt fyri eitt fyri at basa trupulleikunum, tí tað er alt ov leingi at bíða til í summar.

Hon helur, at klagurnar eru bara toppurin á ísfjallinum, tí hon er sannførd um, at fólk aftra seg við at gera vart við sína ónøgd. Tey stúra nevniliga fyri, at klaga tey, fer tað at fáa avleiðingar fyri tey og at tað kann vera ringt hjá teimum at fáa arbeiði.

Og hon ivast heldur ikki út, at fólk aftra seg við at klaga, tí tað er ikki óvanligt, at tey verða hildin fyri gjøldur, og beinleiðis happað fyri at hava klagað, tí tey verða skuldsett fyri at verða alt ov fíntfølandi.

– Vit eiga at seta krøv til skipini, og tey, sum larma meiri enn eitt ávíst, eiga at vera burturvíst, heldur Elsa Berg.

Les eisini: Vit taka klagurnar í álvara – og vit gera nakað við tað