Vil hava fleiri túrar við úr Klaksvík til Havnar við Snarbussinum

Landsstýrismaðurin skal greiða frá, um hann hevur ætlanir um at økja túratalið við snarbussinum hjá Bygdaleiðum millum Klaksvík og Havnina

Tað er Birita Matras Petersen, sum hevur sæti á tingi sum varakvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Dennisi Holm ein grein 52a fyrispurning um málið.

Ítøkiliga spyr hon soleiðis:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja túratalið á leið 401 hjá Bygdaleiðum?

2. Eru ætlanir um at endurskoða leið 400 hjá Bygdaleiðum?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Birita Matras Petersen á, at síðan Eysturoyartunnilin varð latin upp er tíðin, ið skal brúkast upp á ferðing, munandi stytt hjá fleiri borgarum. 

– Kortini tykist, at fólk í Norðoyggjum og í pørtum av Eysturoynni, ið brúka almenna ferðasambandið, hava fingið minni gleði av Eysturoyartunlinum, síðan hann varð tikin í nýtslu.

– Leið 401 hjá Bygdaleiðum, Snarbussurin, ið koyrir millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin, koyrir til samans fýra túrar hvønn gerandisdag. Um vikuskiftið eru eingir túrar við leið 401. Orsakað av avmarkaða túratalinum við leið 401 er sostatt neyðugt hjá fleiri at brúka leið 400, ið koyrir millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Sundalagið. Verður hugt at hagtølum hjá Strandfaraskipum Landsins fram til oktober í 2024 var talið av ferðandi við leið 400 66.520. Sostatt er talið á ferðandi við leið 400 kortini lutfalsliga høgt, men havast skal í huga her, at túratalið hjá leið 400 er munandi hægri, tá borið verður saman við leið 401, sigur Birita Matras Petersen.

Hon vísir á, at við hesi leiðini er ferðingin kortini munandi meira tíðarkrevjandi fyri brúkarar, sammett við lutfalsliga stutta túrin við leið 401.

– Hetta hevur við sær, at tað kann vera torført at leggja gerandisdagin til rættis. Ein bilur er ein stór útreiðsla fyri fleiri, og skal ein regluliga ferðast langt millum bústað og arbeiði ella útbúgvingarstað, kann almenna ferðasambandið vera einasti mátin at ferðast uppá hjá summum.

– Við einum álítandi og tryggum almennum ferðasambandi millum oyggjarnar við eitt nú øktum túratali kann tað gerast høgligari og lættari hjá fólki at velja almenna ferðasambandið til. Hetta kann vera við til at eggja borgarum til at velja ein meira umhvørvisvinarligan hátt at ferðast millum oyggjarnar. Fyri at fáa greiðu á, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við leið 401 og 400, verða hesir spurningar settir, sigur Birita Matras Petersen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.