Vil hava greiði á hvønn rætt ein sammóður hevur

Hvørji nøvn kunnu ein móðir, og ein sammóðir, geva sínum børnum?

Kann eitt barn fáa eftirnavnið á sammóður síni. Tað er ein spurningur, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, nú skal svara upp á.

 

Tað er Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava greiði á málinum og tí vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá um eitt barn kann verða skrásett í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini

 

sammóðir?

 

Og ber tað ikki til, vil løgtingskvinnan eisini hava at vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at leggja uppskot fyri tingið um at broyta hetta.

 

Hervør Pálsdóttire vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at børn hjá samkyndum kvinnum hava rætt til tvey foreldur frá tí at tey eru fødd. Samstundis kunnu samkyndar kvinnur fáa foreldramyndugleika til síni børn frá tí løtu tey eru fødd.

 

Men spurningurin er, um lóggávan annars er í samsvari við hesa støðuna, og um eitt barn kann fáa eftirnavnið hjá sammóður síni,  og um tað kann skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður. Og tað vil hon nú hava landsstýrismannin at greiða frá.