Vil hava greitt svar um Marknagilsdepilin

Tingmanninum Høgna Hoydal er komið fyri at oyra, at útbjóðingartilfarið til Marknagilsdepilin er gjørt á donskum. Hann hevur tí sett Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra fimm spurningar, har hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at broyta hetta?

- Mangt bendir á, at Marknagilsdepilin, ið helst er størsta byggiverkætlan í Føroya søgu, er vorðið eitt býtisbarn, vísir tingmaðurin á. - Ilt er at síggja nakrar ætlanir ella nøkur prinsipp um, hvussu kappingarstøðan hjá føroyskum vinnufyritøkum og menningin av føroyskum førleikum verða tryggjað í verkætlanini.

Hann vísir á, at júst hetta hevur verið eitt høvuðskrav frá Tjóðveldi, sum byrjaði verkætlanina, og sum hevur ført síni sjónarmið støðugt fram í teirri alt ov drúgvu gongdini í hesum máli.

- At útbjóðingartilfarið er á føroyskum, er ein sjálvsøgd treyt. At føroyskar fyritøkur ikki verða settar í eina ójavna kappingarstøðu, men at vit sjálvsagt gera alt fyri at menna føroyskar førleikar, er onnur treyt. Og at verkætlanin skapar peningaumfar og menningarmøguleikar hjá føroyska samfelagnum, er ein triðja treyt, sigur Høgni Hoydal.

Neyðugt er tí, at landsstýrismaðurin kunnar løgtingið og almenningin um, hvat gongur fyri seg, og hvussu treytirnar og tíðarætlanin síggja út í løtuni. Hann vil tí millum annað hava at vita, hvussu nógvir peningur er higartil brúktur til prosjektering og at gera útbjóðingartilfar, og hvussu stórur partur av hesum peningi er goldin til føroyskar fyritøkur.

- Eru lutir í prosjekteringini og útbjóðingartilfarinum, sum benda á, at serligir fyrimunir verða givnir fyritøkum uttanfyri Føroyar, og nær er klárt at bjóða út og nær skal byggingin vera liðug, vil Høgni Hoydal hava at vita.