Vil hava Jógvan á Lakjuni frá

Páll Poulsen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, vil hava samgonguna at seta annan landsstýrismann at umsita mentamál Á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum skrivar Páll Poulsen, at verandi landsstýrismaður er visjónsleysur. Hann vísir á eitt skriv, sum landsstýrismaðurin hevur sent øllum fólkaskúlunum um nøkur tiltøk, sum skúlarnir skulu seta í verk beinanvegin.

-Tann einasta nýhugsanin var, at lærarar skulu leggja nógv størri dent á at fáa næmingar at læra sálmar og sangir uttanat. Ja, hetta er størsta námsfrøðiliga stig framá hjá hesum landsstýrismanni. At senda skriv út fyri at minna lærarar á tílíkt, sum teir allarflestu hava sæð sum eina sjálvfylgju í teirra yrki, er nakað, sum ongin við sínum fulla skili kann finna uppá, skrivar Páll Poulsen millum annað.

-Nú haldi eg, at samgongan eigur at siga landstýrismanninum í mentamálum úr starvi, so hann ikki fær sett føroyska skúlan enn longri aftur í tíðina. Í so at siga øllum tí framkomna heiminum er man farin frá uttanatlæru og so kemur eitt námsfrøðiligt orakul í Føroyum og ger beint øvugt, skrivar næstformaðurin í Føroya Lærarafelag.