Kvinnufelagið mælir nú flokkunum, sum skipa samgongu, um at tryggja javnstøðu ímillum kynini í landsstýrinum - Kvinnufelagið í Havn heitir staðiliga á allar samráðandi flokkar um, at javnstøða verður í landsstýrinum.
Tað sigur felagið í tíðindaskrivi beint nú.
Felagið sigur, at javnstøða ímillum menn og kvinnur hevur stóran týdning fyri trivnaðin í einum framkomnum samfelagi sum tí føroyska, ikki minst, um vit vilja verða tikin fyri fult í norðurlendskum og evropeiskum samstarvi.
At so fáar kvinnur eru í føroyskum politikki,er ein forðing fyri veruligum fólkaræði og tað krevur ein serligan vilja og politiskt áræði at koma hesum trupulleika til lívs.
- Okkara vón er, at komandi samgonga tekur fult atlit til javnstøðuspurningin, tá fólk skulu finnast til landsstýrissessirnar, sigur kvinnufelagið.
Men felagið ásannar, at tá ið allir floksformenn eru mannfólk, krevur tað, at hesi mannfólk eisini taka spurningin í álvara, tá ið landsstýrið skal veljast og tey halda, at tað er ongin orsøk til at halda, at tað ikki finnast væl skikkaðar kvinnur í landinum, eins og tað finnast menn.
- Seta flokkarnir sær fyri, at javnstøða skal vera á ovastu rók, eru vit sannførdar um, at hetta fer at føra til eitt betur politiskt umhvørvi í Føroyum, ið tekur atlit til bæði menn og kvinnur, sigur kvinnufelagið