- Nú er samgongan farin út um mark.
Ein av okkara fremstu tónaskøldum, Sunleif Rasmussen, heldur, at nú eiga listafólk ikki at finna seg í meiri frá samgonguni.
Nú mælir hann rætt og slætt øllum føroyskum listafólkum til at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri.
Tað er ætlanin at skerja játtanina til mentanargrunnin, sum hevur fingið bikarið hjá tónaskaldinum at flóta yvir.
- Í einum høggi ætlar samgongan at skerja 20% av játtanini til mentanargrunnin. Hetta er ein ógvuliga stór skerjing, tí grunnurin hevur so lítla játtan frammanundan.
- Tað er so lítið, sum listin fær, at eg vil kalla tað svarta einki, sigur Sunleif Rasmussen.
Hinvegin sigur hann, at vit hava eina rúgvu av skapandi kreftum í hesum landi.
- Vit hava eina ørgrynnu av listafólki, sum gera eitt ótrúligt arbeiði at gera Føroyar kendar uttanfyri landoddarnar.
- Men sum samfelag virða vit tey ikki frægari enn lortin undir neglunum, sigur ein bersøgin tónasmiður.
Nú er nokk
Tí heldur hann, at nú eiga føroysk listafólk at draga eitt mark og gera greitt, at nú er nóg mikið.
Sostatt kemur hann nú við hesi ógvuliga sermerktu og óvanligu áheitan á øll føroysk listafólk:
- Vil tí heita á allar mínar starvsfelagar, um ikki at luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!
Soleiðis tekur hann til í grein, hann hevur sent Sosialinum og sum er at lesa her niðanfyri.
- Myndugleikarnir mugu fáast at skilja, at ein íløga í listina er ein íløga í fólkið, landið og framtíðina, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í hesum liggur stutt og greitt, at hann mælir øllum listafólkum til at boykotta tiltøk, sum almennu Føroyar skipa fyri.
- Táið almennu Føroyar annars føra seg fram, bæði her heima og uttanlands, og skulu vísa seg frá síni bestu síðu, eru tað altíð listafólk, heitt verður á at framføra fyri gestunum.
Ongin samanhangur
Sunleif Rasmussen Rasmussen sigur, at ein játtan til list, er ikki ein stuðul, men ein íløga.
- Tað einasta, ið kann bera eitt samfelag fram á, er, at listin er ein livandi partur av samfelagnum –ímillum fólkið og ikki avskorin frá fólkinum.
- Nú ætlar samgongan at hækka játtanina til ferðavinnuna munandi. Men hvat skulu vit bjóða hesum ferðafólkum, sum ætlanin er at fáa hendavegin? Eru tað ikki júst listafólk, málarar, myndahøggarar, rithøvundar, sjónleikarar, tónaskøld og onnur listafólk, sum skulu vera ein týðandi partur av upplivilsunum hjá útlendsku ferðafólkið, tá ið tey koma higar.
Hann sigur, at tað er í hesum sambandi, at hann sóknast eftir einum samanhangi ímillum avrikini hjá listafólkunum og almennu íløguna í listina.
Men tann samanhangin dugur hann ikki at fáa eyga á yvirhøvur.
- Tey kunnu sjálvandi eisini fáa tíðina at ganga við at keypa sær ein ís í eini kiosk, ella eitt hálvt seyðarhøvd onkustaðni, tekur hann turrisliga til.
Sunleif Rasmussen heldur, at vit kunnu spegla okkum í íslendingum.
Ísland er eisini ein heilt ung listatjóð. Men har hava tey ein heilt annan hugburð til list, tí tey síggja listina sum ein part av teirra samleika.
- Soleiðis hava vit tað ikki í Føroyum. Men eg veit ikki hví, tað er so, sigur Sunleif Rasmussen.
Les annars greinina hjá Sunleifi Rasmussen niðanfyri.