Vil hava øll kommunal starvsfólk at lata seg kanna

Tvøroyar kommuna setir nú hart inn móti koronusmittuni, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur gjørt av at heita á øll starvsfólk hjá kommununi um at lata seg kanna fyri koronu.

– Nú korona aftur er staðfest í Føroyum, er neyðugt at seta øll tiltøk í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu. Og við tað, at starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu røkja týðandi størv og uppgávur, er tað alneyðugt at tryggja, at tænastuveitingarnar til borgarar ikki verður darvaðar av korona, sigur Kristin Michelsen í áheitanini.

Kristin Michelsen heitir tí á øll starvsfólkini hjá kommununi um at lata seg kanna í seinasta lagi í morgin, soleiðis at greitt er komandi mánadag, hvussu støðan er.

– Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi, at øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Heitt verður á øll starvsfólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.