Vil hava nýggj nøvn á listan

Eru tað bara tey somu, sum fáa stuðul ár um ár, kunnu tey akkurát tað sama bara fáa almenna løn, heldur Kaj Leo Holm Johannesen

– Eg sakni at síggja nøkur nýggj nøvn á listanum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um at menna skapandi vinnur í Føroyum og í hesum sambandi nam Kaj Leo Holm Johannesen eisini við tær starvslønir, listafólk fingu nú ein dagin. Hann fýltist á, at tað eru so fá nýggj nøvn á listanum, tí eftir hansara tykki eru tað í ov stóran mun tey somu listafólkini sum fáa stuðul ferð eftir ferð.

 

Hann heldur, at skal hetta vera lagi, kunnu tey akkurát tað sama bara fáa almenna løn. Tí saknaði hann, at tey, sum gera av, hvør skal hava starvslønirnar, finna nøkur nýggj nøvn at stuðla.

Eisini Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, dróg á sama borðið, tí hann kvígur fyri, at verða listafólk borin á lógvunum, sum hann málbar seg, við ov nógvum stuðuli, fer tann skapandi hugurin at minkað, tí hugurin fer í ov stóran mun at savna seg um fíggingina, heldur hann.