Vil hava okkum at bróta lógina

? Teir umboðsráðslimir hjá Tryggingini, sum eru misnøgdir við mannagongina, hava misskilt sína uppgávu, sigur Trygvi Guttesen, nevndarformaður

Tryggingin

? Teir limir í umboðsráðnum, sum eru ónøgdir, hava misskilt sína uppgávu.
So stutt ger Trygvi Guttesen, støðuna upp
Trygvi Guttesen er nevndarformaður í TrygginginarfelagnumFøroyum og hann tekur ikki undir við teimum limum í umboðsráðnum, sum eru misnøgdir við mannagongdini, nú Tryggingin hevur sett yvir 70 milliónir í ferðavinnuna í Føroyum, fyrst við at seta 10 milliónir í partapeningi í Norrønu og síðani við at keypa Hotel Føroyar fyri góðar 60 milliónir.

Heilt skeivt
Síðani er komið fram, at onkrir limir í umboðsráðnum hjá Tryggingini góðtaka ikki mannagongdina.
Ónøgdin kom alment fram eftir Útvarpið visti at siga, at Schandorff Vang, umboðsráðslimur, skrivaði øllum umboðsráðslimunum og nevndini í tryggingini bræv, har hann boðaði frá, at hann góðtók ikki, at so stórar íløgur vórðu gjørdar, uttan at tað varð lagt fyri umboðsráðið.
Men her fer umboðsráðslimurin heilt skeivur, sigur Trygvi Guttesen, formaður í nevndini fyri Tryggingina.
Hann sigur, at hetta kemur undir dagliga virksemið hjá Tryggingini og tað hevur Umboðsráðið onki við at gera.
Men so er tað eisini eitt annað, sum Trygvi Guttesen sigur er heilt avgerðandi í hesum føri.
Og tað er, at nevndarlimirnir í Tryggingini hava tagnarsykyldu, sum teir allir skriva undir uppá.
?Hinvegin hava limirnir í umboðsráðnum ikki tagnarskyldu, leggur hann afturat.
? Verður tað kravt, at nevndin í Tryggingini skal leggja viðurskifti í sambandi við vanliga virksemi fyri umboðsráðið, er tað tað sama sum at krevja, at nevndin skal bróta lógina.
? Trygvi Guttesen sigur, at hinvegin verður umboðsráðið altíð kunnað so skjótt sum gjørligt, eftir at avgerðir eru tiknar, sum eru útum tað vanliga.
? Men at kunna umboðsráðið um samráðingar og um vanliga virksemið hjá Tryggingini, ella at taka umboðsráðið við í samráðingar um íløgur, keyp, ella annað, er ikki í samsvari við viðtøkurnar og tað er eisini bæði heilt ómøguligt og eisini ólógligt.
? Tað vildi svara til at Føroya Banki skuldi spurt landsstýrið, hvørja ferð, bankin ætlaði at fíggja eitt skip ella eitt virki.
? Tað kann bankin sjálvsagt ikki og Tryggingin kann sjálvsagt heldur ikki kunnað umboðsráðið, hvørja ferð, vit flyta okkara ognir. Tað hoyrir ikki undir arbeiðsøkið hjá umboðsráðum.

Umboða eigararnar
Trygvi Guttesen sigur, at teir 23 umboðsráðslimirnir í Tryggingini umboða teir túsundtals eigararnar, altso tryggingartakararnar.
Ì staðin fyri at allir teir túsundtals umboðsráðslimirnir møta á aðalfundi í tryggingini, velja teir 23 umboðsráðslimir at umboða seg.
Teir eru sostatt at meta sum partaeigararnar í einum partafelag.
Umboðsráðið velur síðani seks limir í nevndina fyri Tryggingina og starvsfólkið velur tríggjar limir afturat og tað er eisini umboðsráðið, sum skal góðkenna roknskapin, tí hann er almennur.
Umboðsráðið verður kallað saman minst tvær ferðir um árið. Men í sambandi við stórar bygnaðarbroytingar í Tryggingini í seinastuni, hevur umboðsráðið verður við alla tíðina, sigur Trygvi Guttesen.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Schandorff Vang, áðrenn blaðið f ór til prentingar