Sjey stig til EB/Streym - eitt stig til 07 Vestur

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum EB/Streym og 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum

Ígjár tryggjaði 07 Vestur sær eitt týðandi stig móti EB/Streymi. Men annars var tað EB/Streymur, ið var omaná í teimum trimum innanhýsis dystunum millum liðini í Betrideildini í júst farna kappingarárinum. EB/Streymur vann nevnliga hinar báðar dystirnar móti 07 Vestur.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er sostatt sjey stig til EB/Streym, og bert eitt stig til 07 Vestur.

 

Samlaða málúrtøkan gjørdist 5-3 til EB/Streym.

 

07 Vestur – EB/Streymur 3-3 (1-2) - 25. oktober

 

0-1: Kristian Svabo Eliasen (24.)

 

1-1: Jonathan Flensborg (27.)

 

1-2: Búi Egilsson (39.) 

 

2-2: Nicolai Møller Dohn (55.)

 

3-2: Casper Gedsted Hansen (64.)

 

3-3: Mórits Heini Mortensen (77.)

 

EB/Streymur-07 Vestur 1-0 (0-0) - 31. mai 

 

1-0: Kristian Svabo Eliasen (85.)

 

07 Vestur-EB/Streymur 0-1 (0-0) - 9. mai

 

0-1: Óli Poulsen (90.+)

 

Kelda: FaroeSoccer