Vil ikki útflýggja krígsbrotsmenn

Næstan 200.000 eru deyð, og tvær milliónir eru rikin frá húsi og heimi í sudanska landspartinum Darfur. Nú skulu teir seku revsast, men sudanska stjórnin vil ikki samarbeiða.

Altjóða revsirætturin í Haag er nú farin undir at viðgera tað, sum er hent í sudanska landspartinum Darfur, síðani ágangurin byrjaði har fyri tveimum árum síðani.

ST hevur latið revsirættinum ein lista við nøvnunum á 51 persónum, sum eru undir illgruna fyri at hava framt krígsbrotsverk í Darfur. Listin er ikki almannakunngjørdur, men hildið verður, at har eru týðandi sudanskir stjórnarlimir og herovastar umframt leiðarar í uppreistrarrørslum.

USA var leingi ímóti, at revsirætturin skuldi taka málið upp, tí amerikanska stjórnin viðurkennir ikki rættin, men í apríl slakaði USA og tók undir við, at álæra verður reist ímóti teimum seku í Darfur. Samstundis hevur Washington fyri trygd fyri, at amerikanarar í Sudan verða ikki drignir fyri rættin.

Luis Moreno Ocampo, sum stendur á odda fyri kanningunum hjá revsirættinum, sigur við Reuters, at rætturin fer at leggja størsta dentin á at fáa fatur á teimum, sum hava høvuðsábyrgdina av sorgarleikinum í Darfur. Hann leggur dent á, at skal rætturin røkka máli sínum, má hann fáa hjálp frá viðkomandi myndugleikum. ST hevur lovað rættinum fullan stuðul, men sudanska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at útflýggja sudanskar ríkisborgaar til rættarsókn uttanlands. Hon ætlar sær heldur ikki at samstarva við rættin á annan hátt.

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var í Darfur fyri einari góðari viku síðani, og hann sigur støðuna vera syndarliga.

-Tey siga, at tað er betri nú enn í fjør, men vit kunnu kortini ikki góðtaka hetta, sigur Annan við Rauters.