Vil ikki verða lagdur undir mutur

Jákup Mikkelsen klagar Páll á Reynatúgvu

Hetta er út um alt mark!

 

Tað sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um gjald á uppsjóvarfiskin, og til tíðir varð orðalagið rættiliga hvast.

 

Og í sjálvum endaspurtinum føldi Jákup Mikkelsen seg so ærumeiddan av Pálli á Reynatúgvu, tingmanni fyri Tjóðveldi, at hann fer at klaga hann.

 

Í hesum sambandi er fatanin hjá Jákupi Mikkelsen, at Páll á Reynatúgvu hevur skuldsett hann fyri mutur.

 

Páll á Reynatúgvu, sum sjálvur situr í formansskapinum hjá løgtinginum, segði á tingsins røðarapalli nakað soleiðis, at ”Munurin á Páll á Reynatúgvu og Jákup Mikkelsen er, at Páll á Reynatúgvu kann ikki mutrast”.

 

Jákup Mikkelsen ivast ikki í, at tað liggur ein ákæra í hesum orðunum. Og hann heldur, at hetta er ein so grov ákæra, at tað kann ikki fara afturvið borðinum.

 

Tinglimir kunnu ikki dragast í rættin fyri tað, teir siga á tingsins røðarapalli. Men jákup Mikkelsen sigur, at hann fer at kæra Páll á Reynatúgvu fyri formansskapinum í Løgtinginum.