- Eg vil ikki verða trongdur upp í ein krók, har okkara einasti møguleiki er at samstarva við Tjóðveldi.
Tað er orsøkin til, at Gerhard Lognberg gekk ímóti sínum egna flokki í dag og noktaði at atkvøða fyri uppskotinum, sum andstøðan legði fyri Løgtingið á miðdegi um misálit á løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen.
Gerhard Lognberg, sum er sjáldsama fáorðaður, vísir á, at formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, hevur longu lovað Føroya fólki, at hann fer ikki at samstarva við Fólkaflokkin.
- Skulu vit so eisini geva Sambandsflokkinum durafjórðingin, hava vit bara Tjóðveldi efttir og tað hóvar mær aldeilis ikki, sigur tingmaðurin úr Skopun.
Tá ið hann verður spurdur um, hví tað hevur so stóran týdning at halda seg væl við Sambandsflokkin, dylir hann ikki fyri, at tað er væl hugsandi, at Sandoyartunnilin er ein partur av forkláringini.
- Sambandsflokkurin hevur víst ógvuliga góðan vilja at fáa Sandoyartunnilin gjørdan, sigur hann.
Tí helt hann rætt og slætt ikki, at tað var rætt at taka undir við uppskotinum um misálit.
Nú er hent nakrar ferðir, at Gerhard Lognberg ikki hevur viljað gingið í takt við restini av Javnaðarflokkinum og í dag atkvøddi hann ímóti flokkinum fyri at halda seg væl við Sambandsflokkin.
Er veruliga orsøkin tann, at hann ætlar at venda Javnaðarflokkinum bakið og vil sleppa upp í Sambandsflokkin?
- Nei tað eri eg ikki, staðfestir hann avgjørdur. Eg eri í Javnaðarflokkinum og tað er tí flokkinum, eg eisini ætli mær at vera í framyvir, sigur hann.
- Koma vit í ta støðu, at onnur vilja tað øðrvísi, er tað ein onnur søga, leggur hann afturat.