- Vandi er fyri, at fjølbroytni í miðlalandsskapinum verður skert, og at Kringvarpið situr eftir sum alment miðlamonopol, stýrt av privatum, peningaligum áhugamálum.
Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, um nýggju sponsoravtaluna millum Kringvarpið og sp/f Progress, sum hevur fingið rættin til at selja lýsingar til allar sendingar í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Rigmor Dam vísir á, at Kringvarpið kann ikki bæði vera privat, við vanda fyri heftni, og alment, við vón um óheftni.
- Vit skulu hava eitt breitt og fjølbroytt miðlalandskap, har alment og privat virka lið um lið, men ikki av hvørjum øðrum. Tí kann tað ikki góðtakast, at Kringvarpið verður sponsorerað av privatum fyritøkum, ella at raksturin avhongur av lýsingarinntøkum, sigur Rigmor Dam.
Sambært løgtingskvinnuni er málið somikið álvarsamt, at lóggevast má ímóti tí gongd, sum Kringvarpið er farið undir.
- Javnaðarflokkurin fer í næstum at leggja uppskot fyri tingið um at banna lýsingum og sponsoravtalum í Kringvarpinum. Hetta er eisini fult í trá við breiðu semjuna um public service sáttmálan, har allir flokkar tóku undir við at banna lýsingum og sponsoravtalum í almenna kringvarpinum, sigur Rigmor Dam.
Tingkvinnan hjá Javnaðarflokkinum sigur, at Kringvarp Føroya eigur einans at verða fíggjað við brúkaragoldnum kringvarpsgjaldi, fyri á tann hátt at tryggja óheftni, við at verja varpið ímóti trýsti frá peningaligum og politiskum áhugamálum. Og eisini fyri at tryggja tilverugrundarlagið hjá øðrum aktørum í miðlalandsskapinum.
- Endin kann lættliga gerast, at Kringvarpið situr eftir sum eitt alment miðlamonopol, sum vit kenna tað frá londum, sum vit vanliga ikki vilja samanbera okkum við. Og hvat er tá vunnið, sigur Rigmor Dam.
Hoyr samrøðu við Rigmor Dam her: