Heimsins ríkasti maður, amerikanarin Warren Buffet, er illa umtóktur millum tey ríku í USA, tí hann heldur, at tey eiga at rinda nógv meiri skatt, enn tey gera.
Í mong ár slapp Warren Buffet undan at rinda skatt av sínari stóru ogn við at seta virðini í ymsar grunnar og við at lata vælgerandi grunnum partabrøv. Men nú heldur hann, at hann eigur at rinda skatt av teimum 250 milliardum krónunum, sum hann eigur, og hann sigur seg vera sinnaðan at rinda 90 prosent í skatti.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Warren Buffet hevur skotið upp, at teir ríku amerikanararnir eiga at rinda meiri skatt. Í apríl var eitt uppskot um hetta til viðgerðar í Senatinum, men tað fall. Eftir tí uppskotinum skuldu øll, sum forvinna meiri enn eina millión dollarar um árið, rinda 30 prosent í skatti. Eftir núgaldandi skattalóg rinda inntøkur oman fyri eina millión dollarar 19 prosent í skatti.